EM: Svøríki og Noreg løgdu frá landi við sigrum

Seks teir fyrstu dystirnir eru leiktir í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum

EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum í Ungarn, Eysturríki og í Sveis er byrjað.

 

Í dag eru seks dystir leiktir í bólkunum A, C og E.

 

Noreg og Svøríki løgdu frá landi við sigrum.

 

Her eru dagsins úrslit:

 

Bólkur A (Debrechen, Ungarn):

 

Ungarn-Turkaland 30-24 (13-8)

 

Svøríki-Norðurmakedonia 28-18 (15-7) - Natalia Hagman var toppskjútti hjá Svøríki við níggju málum.

 

Bólkur C (Basel, Sveis):

 

Spania-Portugal 30-24 (12-12)

 

Frakland-Póland 35-22 (18-10) - Pauline Coatanea var toppskjútti hjá Fraklandi við fimm málum.

 

Bólkur E (Innsbrück, Eysturríki):

 

Eysturríki-Slovakia 37-24 (17-11)

 

Noreg-Slovenia 33-26 (16-11) - Henny Reistad var toppskjútti hjá Noregi við níggju málum.

 

Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar søguliga fyrsta dystin nakrantíð í einum EM-endaspæli. Dysturin verður í Sankt Jakobshøllini í Basel móti vertslandinum, Sveis. 

 

Klokkan 19.30 spæla hini bæði liðini í bólkinum, Danmark og Kroatia dyst í somu høll.