Á Facebook-vanganum hjá Skopunar kommunu liggur í kvøld henda myndin av nývalda bygdarráðnum í Skopun.
- Nýggja stýrið hevur skipað seg, og vit ynskja teimum blíðan byr og Guds signing, og heilsanina eigur Skopunar kommuna.
Her verður sagt, at Marjun Debes er vald til borgarstjóra, og Winnie Kjærbo er vald til varaborgarstjóra.
Friðfinn Nicolajsen er valdur til 2. næstformann, siga tey í Skopunar kommunu í kvøld.
Gerhard Lognberg, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Skopunar kommunu síðan hin 1. januar 1993, stillaði ikki uppaftur.
Soleiðis fall kommunuvalið í Skopunar kommunu hin 12. november 2024:
##med2##