Jólainnkeyp: Hava keypt 3,5 tons í Aberdeen um vikuskiftið

Føroyingar, sum hava verið í Aberdeen við Atlantsflog um vikuskiftið, hava keypt 3,5 tons av vørum

Tað upplýsti flogskiparin á flogfarinum hjá Atlantsflog, tá ferðafólkini vóru komin í flogfarið á fløgvøllinum í Aberdeen.

– Tá vit fóru til Aberdeen høvdu tit 1,8 tons av viðføri við. Og nú, tá vit flúgva heim eru 5,3 tons við, segði flogskiparin, og legði skemtandi afturat – tað er flott!

Flogfarið hjá Atlantsflog, sum komið sunnudagin, stendur at lenda í Vágum nú kokkan 11.