Bygnaðurin og leiðslustrukturin er høvuðsavbjóðingin á eldra- og dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu

Ábyrgd og heimild mugu fylgjast!

Stovnsleiðarin hevur sera stóra ábyrgd, men í Tórshavnar kommunu, tíverri, alt ov lítla ávirkan og heimild at reka stovnin, hóast fakliga grundað. Avleiðingin er máttloysi og strongd. Tá so nógvir leiðarar og fakfólk annars fara úr starvi, er týðiligt, at starvsfólk misstrívast.

 

Arbeiðsgleði byggir á álit!

 

Tá tú elskar títt arbeiði, fer til arbeiðis við góðum treysti og gleðir teg til dagsins gerning, eru øll vinnarar.

Tá gevur arbeiðið meining, ikki bert fyri teg sjálva, men eins nógv fyri onnur. Tú hevur ávirkan, og tú gert mun. Á umsorganar- og námsfrøðiliga økinum eru hesar umstøður heilt avgerandi.

Leiðarin hevur álit á tær og øvugt.

 

Bygnaðurin má endurhugsast, og eg eri sannførd um, at partur av loysnini liggur í at geva stovnsleiðarunum heimildirnar, sum eru tiknar frá teimum, aftur.

 

Hildur Eyðunsdóttir,

Valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavna býráð