Víkingur sum skal spæla í triðja undanumfarinum í Conference League skal antin ein túr til Litava ella ein túr til Norðurírlands.
Í dystunum, ið vera leiktir 7. og 14. august møtir Víkingur antin Zalgiris úr Litava, ella Linfield úr Norðurírlandi. Bæði liðini hava vitjað í Føroyum fyrr.
Linfield hevur fimm ferðir sent føroysk lið úr evropeiskum kappingum. Teir hava tó leikt javnt og hava tapt í Føroyum, men teir hava altíð megnað at sett tingini upp á pláss á heimavølli í Belfast.
Víkingur skrivar, at heimadysturin móti antin Zalgiris ella Linfield verður leiktur á Tórsvølli.