Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst í bólki A í Champions League.
Á útivølli tapti Füchse Berlin greitt 27-32 fyri pólska liðnum, Wisla Plock. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá berlinarunum, og í steðginum var Wisla á odda 19-11. Hákun hevði tvær málroyndir, men tíverri kom Hákun ikki á máltalvuna í kvøld.
Füchse Berlin er nummar í bólkinum við 14 stigum. Ungarska liðið, Veszprem er oddalið við 22 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 19.45 tekur Füchse Berlin móti Eurofarm Pellister á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin.