Christian: Tilgongdin hevur verið sum ætlað

Manslandsliðið: Forsetin í Fótbóltssambandinum er ikki samdur í, at tilgongdin hevur verið drúgv

Tað var Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, sum kunngjørdi, at Eyðun Klakstein er nýggjur landsliðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum. Á tíðindafundinum fegnaðist hann um, at talan nú er um eina føroyska loysn.

 

- Tað er gott og positivt, at vit hava sett ein føroyska landsliðsvenjara, og at vit trúgva upp á egna mátt og megi. Teir stóðu sína roynd, tá teir stóðu á odda fyri tveimum dystum, segði Christian F. Andreasen á tíðindafundinum.

 

Ein kritikkur av av tilgongdini hevur verið, at tað hevur tikið so langa tíð. Hetta er forsetin í Fótbóltssambandinum ikki samdur í.

 

- Onkur sigur, at tilgongdin kanska hevur verið drúgv, men vit hava allatíð sagt, at vit fara at seta venjara í februar. Tilgongdin hevur verið púra vanligt, segði Christian F. Andreasen.

 

Tað er eisini sett spurnartekin við donsku ráðgevingarfyritøkuna, Onenexus, sum hevur ráðgivið Fótbóltssambandinum. Tí hví brúka eina danska fyritøku til at finna út, at Eyðun Klakstein er tann rætti?

 

- Tað er ikki ráðgevingarfyritøkan, sum hevur sett venjaran. Teir hava ráðgivið okkum og Eyðun hevur verið í puljuni allan vegin. Tá vit fingu endaligu innstillingarnar, tók starvsnevndin avgerð og vegna starvsnevndina eri eg fegin um, at vit funnu føroysku loysnina, segði Christian F. Andreasen.

 

Sáttmálin við Eyðun Klakstein er í tvey ár.