Countrydrotningin Kristina á Tórsfest

Ongantíð áður hevur countrytónleikur verið framførdur á Tórsfest. Men tað verður nú broytt, tí Kristina Bærendsen hevur játta at framføra á ársins konsert, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Vit kenna øll Kristinu. Í 2012 gav Kristina út sjálvnevnda útgávu, og í 2014 gav hon út “Nothing´s Here to Stay”, og harumframt hevur hon latið úr honum fleiri stakløg, millum annað fleiri saman við Halli Joensen. Sama hvat Kristina syngur, ljóðar tað av inniligum gulli. Hon hevur heilt vist stjørnugóðskutá hon er á palli, og dugur ómetaliga væl at leiða áhoyrarar ígjøgnum eina konsert, við sínum vokali, sum er í serflokki.

 

Krisitina hevur fleiri sera vælumtókt løg á samvitskuni, millum onnur kunnu nevnast stuttliga “Gev mær frið”, “Har einki varðir við”, “You and I” og “Mr. Wrong”. Tað er ikki av tilvild, at Kristina er umbiðin til stórt sæð allar festivalar her á landi, og vit hava sæð hana brilliera sama hvar hon framførir.

 

Við vælspælandi bólki kunnu vit gleða okkum til eina ríka løtusaman við Kristinu, tá country endiliga sleppir framat á Tórsfest.

 

Tað verður ein stjørnupakkað skrá á Tórsfest í ár. Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza og mong onnur verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn.

 

Ein kann fara á ebillett.fo, Effo Gundadali, Føroya Tele kring landið og ogna sær atgongumerki til Tórsfest 2025, verður upplýst í tíðindaskrivi.