Cristiano Ronaldo kom í metbókina hjá Guinness

Metbókin hjá Guinness heiðraði Cristiano Ronaldo undan dystinum móti Danmark

Tá Portugal sunnukvøldið vann 5-2 og samanlagt 5-3 á Danmark í Nations League fjórðingsfinaluni í Lissabon fekk Cristiano Ronaldo ein serligan heiður undan dystinum.

 

Cristiano Ronaldo fekk handað eitt heiðursskjal frá metbókini hjá Guinness, ið staðfestir, at eingin annar fótbóltsleikari hevur vunnið líka nógvar A-landsdystir sum hann.

 

Undan sigrinum á Danmark hevði Ronaldo 132 sigrar saman við portugisiska landsliðnum. Tað talið er nú 133 sigrar.

 

Gamla metið átti spanska verjukempan, Sergio Ramos, fyrrverandi liðfelagin hjá Ronaldo í Real Madrid. Sergio Ramos vann í sínari tíð 131 sigrar við spanska landsliðnum.