Tað er stórur fagnaður í heimaleguni við Margáir, har líkindini eru av teimum fagrastu.
Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0.
Heilt stóri maðurin við Margáir í kvøld var Boubacar Dabo. Inntil í kvøld hevði hann í 13 dystum skorað tvey mál. Í kvøld var hann ógvuliga væl upplagdur. Hann skoraði tvey mál í fyrra umfari, og í seinna hálvleiki átti hann uppleggið, tá ið Jens Erik Bruhn skoraði til 4-0.
Úrslitið við Margáir í kvøld ber við sær, at EB/Streymur hevur 16 stig, og at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn eru á sjeynda plássi. Umframt ÍF eru bæði B68 og Skála aftanfyri EB/Streym. B68 spælir í løtuni í Gundadali ímóti B36, og Skála fer í morgin norður til Klaksvíkar.
Boubacar Dabo setti beinanvegin hol á við brotssparki, og tá sást skjótt, at meðan heimaliðið var sera væl upplagt, og allir arbeiddu ógvuliga væl og sannførandi, so sótu gestirnir úr Vágum allir sum ein at hava fingið skeiva beinið út av seingini. Júst soleiðis og kanska í uppaftur størri mun, enn tað var, tá ið teir fyrr í ár taptu 5-0 á sama vølli í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.
Eftir átta minuttum miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti EB/Streymur um leiðsluna til bæði 2-0 og 3-0. Eftir kiksaða afturlegging økti Boubacar Dabo um munin til 2-0, og átta minuttir seinni var tað vongverjin í høgru Bergur J. Poulsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið og so var 3-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki átti Boubacar Dabo innleggið úr vinstru, tá ið Jens Erik Bruhn úr stuttari fjarstøðu økti um munin til 4-0.
Eitt lítið korter undan leikloki var tað innskifti Jóhann Hansson Joensen, sum økti um munin til 5-0, og so var tað ein annar innskiftari Tóki H. Johannesen, sum staðfesti sigurin við tennisegginum 6-0.