Dagførd framsýningarhøli hjá Reyni Service í Klaksvík 

 

Leygardagin 28. september, sum er í morgin, hevur søludeildin hjá Reyni Service í Klaksvík opið.

 

Hetta er í sambandi við, at framsýningarhølini eru dagførd í nýggjasta stíli.

 

Tað var í 2005, at bygningurin varð reistur.

 

Nú eru so framsýningarhølini nútímansgjørd við eitt nú nýggjum flísum og nýggium møblum.

 

Innrættingin er gjørd í samstarvi við Toyota Danmark.

 

Hjá Reyni Service verður sagt, at opið verður í morgin frá klokkan 10 til 16, og øll eru hjartaliga vælkomin til kaffi við onkrum góðum aftur við.

 

- Eisini verður høvi at síggja og royna nýggjar og brúktar bilar, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##