Danska stjórnin vinnur eitt sindur aftur

Nýggj veljarakanning í Danmark vísir framvegis stóra afturgongd - men nú er hon tó minkað nakað

Sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau tíðindastovuna, so standa donsku stjórnarflokkarnir til eina stóra afturgongd og til at missa tilsamans 22 tingsessir.

Tað er tó heldur frægari enn í áður gjørdum kanningum, til dømis 24. juni, tá teir stóðu til at missa 27 sessir og áður uppaftur meira.

Sambært nýggjastu kanningini, so stendur Javnaðarflokkurin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, til at fáa 38 tingsessir ímóti 50 á valinum seinast. Ein afturgongd upp á 12 tingsessir og 6,2 prosent afturgongd. Flokkurin er tó munandi størri enn SF, sum á ES valinum gjørdist størri enn Javnaðarflokkurin.

Vinstri stendur til at fáa 9,7 prosent og 17 tingsessir sum er 6 tingsessir færri enn á valinum og ein afturgongd upp á 3,6 prosentstig.

Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen standa til 6,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 2,4 prosentstig og 4 tingsessir. Flokkurin stendur til at fáa 12 tingsessir ímóti 16 á valinum.

Størsti vinnarin í kanningini er andstøðuflokkurin SF (Socialistiskt Fólkeparti), sum stendur til eina framgongd upp á 6,8 prosentstig til 15,1. Tað hevi givið flokkinum 27 tingsessir ímóti 15 á valinum.

 

##med2##

Borgarligi Liberal Alliance stendur til eina framgongd upp á 3,1 prosentstig, sum hevði givið flokkinum 11 prosent og 20 tingsessir í mun til 14 á valinum.

Tá stjórn varð skipað í Danmark í desember í 2022 var tað fyrstu ferð í 44 ár, at ein stjórn varð skipað tvørtur um miðjuna í donskum politikki. Tað var tá Anker Jørgensen skipaði stjórn saman við Vinstra í 1978. Hon sat bara í eitt ár og 57 dagar, so í so máta hevur hendan stjórnin klárað seg betur. Hon hevur sitið í gott og væl hálvtannað ár.

Men hyggja vit eftir vanliga býtinum millum blokkarnar í donskum politikki, so er tað reyður meiriluti í Fólkatinginum. Reyðu flokkarnir í andstøðuna fáa í hesi kanningini hjá Voxmeter 51 tingsessir, meðan Javnaðarflokkurin í stjórnini fær 38. Tilsamans hevði tað givið 89 tingsessir, sum er tað sum tey í Danmark kalla fyri innanríkispolitiskur meiriluti.

Í Fólkatinginum eru 179 tingsessir. Tí krevur tað 90 til at hava meiriluta. Men teir fýra úr Føroyum og Grønlandi telja vanliga ikki við, tá stjórn verður skipað, tí er tað í veruleikanum nóg mikið við 88 tingsessum. Men um vit kortini telja Føroyar og Grønlandi við, so hevði tað givið reyða vongi 3 og bláa veingi 1.

So hóast stjórnin stendur til at fella í veljarakanningini, so kundi forsætisráðfrúan hildið fram við eini reyðari stjórn.