Hvat vil Grønland - hvussu skal framtíðin síggja út, um tað er upp til grønlendingar sjálvar? Hvønn politikk fer Trump at føra yvir fyri sínum sameindu - og hvat skal vera svarið hjá Danmark?
Hesar spurningarnar fer Clement Kjersgaard at spyrja í kjaksendingini Debatten á DR 2 í kvøld.
Tað er kanska áhugavert fyri okkum føroyingar, nú tað er so nógv fokus á USA, Grønland og ríkisfelagsskapin yvirhøvur í løtuni.
Fyrri partur av sendingini snýr seg um Grønland, meðan annar parturin snýr seg um framtíðina hjá NATO og sambandið millum Danmark og USA.
Debatten byrjar klokkan 19 føroyska tíð.