Vil vita hvørji tilmæli eru sett í verk at basa rúsevnum

Tingmaður vil vita, hvussu nógv av tilmælunum um rúsevnismisnýtslu eru sett í verk

Tað er Magnus Ramsussen, tingamður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett landsstýrikvinnuni í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, ein grein 52a fyrispurning um álið. Hann spyr soleiðis:

 

1. Hvørji tilmæli úr Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum eru sett í verk?

 

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan fyri at gera nakað munagott fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni?

 

3. Hvussu er støðan á viðgerðarøkinum?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Magnus Rasmussen á, at í 2022 fekk táverandi løgmaður handaða Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum árini 2022 til 2028.

 

– Heildarætlanin innihelt 58 tilmæli, hvussu farast skal fram næstu árini.

 

– Tilmælini eru ein fjølbroytt vifta av átøkum, sum øll hava til endamáls at viðvirka til at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtsluni í Føroyum.

 

– Tilmælini eru bólkað soleiðis, at týðiliga sæst, hvør hevur ábyrgd av at fremja hvørt einstakt tilmæli; mettur kostnaður er eisini ásettur fyri hvørt einstakt tilmæli, og somuleiðis er tíðarætlan sett fyri hvørt einstakt tilmæli, sigur tingmaðurin.

 

Hann vísir víðari á, at tilmælini eru eisini sett upp í bólkar: Fyribyrging, trivnaður, foreldraleiklutur og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit og vitanargrundarlag – hagtøl, kanningar, skráseting og gransking.

 

– Seinastu tíðina er aftur og aftur at hoyra, at trupulleikin við rúsevnum bara veksur og veksur í samfelagnum, og at fleiri og fleiri misnýtarar eru og eisini fleiri og fleiri rúsevni.

 

– Ein sera, sera álvarslig støða og fyri at fáa betri ljós yvir støðuna og ætlan landsstýrissins á økinum verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni, sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður.