Deni er eyðsýndur í báðum endum

KÍ vann tepran heimasigur ímóti EB/Streymi, sum syrgdi fyri, at tað inntil síðsta bríksl var spenningur í

KÍ er einsamalt topplið. Í hvussu so er eina løtu aftrat. KÍ vann í dag fulla úrtøku á heimavølli ímóti EB/Streymi. Undan hesum umfarinum høvdu eisini NSÍ og HB fulla úrtøku. HB spælir í løtuni á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og NSÍ fer seinni í kvøld at spæla á heimavølli ímóti B68.

 

Úrslitið í Klaksvík í dag var 2-1. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

Páll A. Klettskarð skoraði fyri fjórðu ferð í ár, tá ið hann setti hol á. Tað var eftir uppspæl í vinstru, har tveir nýggir spælarar vóru uppií. Annar var vongverjin í vinstru Robert Williams, og hin var Jonn Johannesen, sum legði flatt innfyri til Páll, sum í eyðkendum stíli við nærra stólpa stýrdi bóltin í málið.

 

Hetta var í fjórða minutti, og tað lá kanska í luftini, at heimaliðið skjótt fór at økja um leiðsluna.

 

Soleiðis varð tað ikki, tí tveir minuttir seinni javnaði EB/Streymur til 1-1. Málskjútti var Búi Egilsson, og uppleggið átti Óli Eyðsteinsson Poulsen. Hann var ein av fýra klaksvíkingum á liðnum hjá EB/Streymi í dag. Hinir vóru miðverjin Símun Kalsø, álopsspælarin Kristian Svabo Eliasen, sum varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin og so Niels Pauli Danielsen, sum sat á beinkinum alla tíðina. Hann er eisini hjálparvenjari.

 

Sjey minuttir undan steðginum skoraði Deni Pavlovic 2-1 málið, sum vísti seg at vera sigursmálið. Árni Frederiksberg legði við horna innfyri úr høgru, og við handara stólpa var tað Deni Pavlovic, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

Deni Pavlovic var ikki so ofta millum teir fyrstu ellivu í fjør, tá ið hann ofta var skaðadarvaður. Nú hevur hann vunnið fast pláss á liðnum, og í dag var hann í miðverjuni og undir liðini á Odmar Færø. Hetta var onnur ferðin í ár, at Deni Pavlovic var málskjútti. Í fyrsta umfari skoraði hann í 3-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur.

 

Í dag var KÍ væl meiri á bóltinum enn EB/Streymur, men leingi gekk tað striltið at vinna góðar málmøguleikar. Verjuspælið hjá EB/Streymi var væl skipað, og ov sjáldan høvdu klaksvíkingar hugflog at spæla millum keturnar.

 

Síðstu lítlu løtuna var blóðið heitt, og tá sá Meinhard Debes Geyti beinleiðis reytt kort í støðu heilt afturi við hornaflaggið. Støðan sá ikki út til at vera so álvarsom, men reyða kortið slapp dómarin ikki undan at geva.

 

Hósdagin fer KÍ út á Toftir, og tá fær EB/Streymur vitjan av HB.

 

 

 

KÍ – EB/Streymur 2-1 (2-1)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

1-1: Búi Egilsson

 

2-1: Deni Pavlovic

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

KÍ: Mads F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Martin Rodrigo Gonzales, Hallur Hansson, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø  – Meinhard Geyti, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Mórits Heini Mortensen, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Tóki H. Johannesen