Dokumentarur um Grønland »sendur ov tíðliga«

Leiðslan í Danmarks Radio dregur í land um heimildarfilmin um Grønland

Redaktiónsleiðarin á DR Nyhder, Thomas Falbe, segði á einum stórum innanhýsis fundi fyri starvsfólk hjá DR í dag, at nógv umrøddi heimildarfilmurin "Grønlands hvíte gull" átti ikki at verið vístur í núverandi líki.

 

Tað veit Berlingske at siga frá fleiri keldum, sum vóru til staðar á fundinum.

 

Harumframt hevur blaðið hoyrt tað á ljóðupptøku, sum er likin frá fundinum.

 

- Í síðsta enda var tað mín avgerð at geva vísa heimildarfilmin. Eg má siga, at vit áttu ikki at gjørt tað. Tað var ov tíðliga, segði Thomas Falbe á fundinum, sambært Berlingske.

 

Blaðið siterar eisini Falbe fyri at siga, at "nógv meira átti at verið arbeitt við

 

javnvágini og úttrykkinum og miðlingini allan vegin ígjøgnum".

 

Heimildarfilmurin, sum varð vístur  9. februar, hevur fingið atfinningar frá bæði búskaparfrøðingum og politikarum.

 

Millum annað tí, at heimildarfilmurin fær tað at síggja út, sum um kryolitnámið í Grønlandi hevur givið eitt avkast upp á 400 milliardir krónur til Danmarkar.

 

Fleiri búskaparfrøðingar hava tó víst á, at útrokningarnar eru fløktar, og at tað er týdningarmikið at skilja millum vinning og inntøkur

 

Fundurin í dag var eitt sokallað tíðindaforum, har starvsfólk hjá DR fingu høvi at seta spurningar og kjakast um dokumentarfilmin.

 

Sambært blaðnum segði Thomas Falbe eisini, at tað hava verið "nakrar greiðar ávaringar á leiðini, sum vit ikki hava lurtað nóg nógv eftir".

 

Harumframt varð sagt á fundinum, at hann er "sanniliga sera harmur".

 

##med2##

##med3##

Í skrivligari viðmerking til Ritzau seinnapartin í dag segði hann:

 

- Tá vit standa har vit eru í mun til kjakið um trúvirðið hjá DR, er greitt, at eg vil gjarna kunna spola tíðina aftur og gera eina røð av tingum øðrvísi.

 

- Tað kann eg ikki, so eg kann bara endurtaka, at eg harmist um, at tað ikki hevur eydnast okkum at miðla eina týdningarmikla søgu soleiðis, at samsvar er millum ætlan og úrslit. Vit fara at gera alt vit kunnu fyri at hetta ikki hendir aftur.

 

Hann svarar ikki beinleiðis, um DR tekur heimildarfilmin aftur.

 

Mikudagin bað mentamálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt, tíðindastjóran hjá DR, Sandy French, um at kanna umstrídda heimildarfilmin.

 

Hósdagin svaraði hon, at ætlanin var, at heimildarfilmurin skuldi skapa kjak um søguliga sambandið millum Danmark og Grønland.

 

- Eg skal tó eisini viðmerkja, at ein stórur partur av kjakinum, sum hevur tikið seg upp seinastu dagarnar, hevur snúð seg um leiklutin hjá DR og miðlan av teimum búskaparligu metingunum, sum eru lagdar fram og umrøddar millum serfrøðingar í dokumentarfilminum, segði hon í tíðindaskrivi.

 

Fríggjadagin legði DR fram eitt skjal, sum lýsti arbeiðsgongdina aftanfyri.

 

##med4##

##med5##

 

Her kom fram, at búskaparfrøðingurin Torben M. Andersen, sum er formaður í Grønlendska búskaparráðnum, áðrenn útgávuna var atfinningarsamur móti brúka upphæddina 400 milliardir krónur.

 

Sjálvur er Torben M. Andersen við í heimildarfilminum.

 

Sambært DR helt hann, at upphæddin fór at avspora kjakið. Hann upplýsti eisini, at hann fór at endurtaka sína atfinning, eftir at dokumentarfilmurin varð útgivin.

 

/Ritzau/