Donald Trump endurtekur: - Vit mugu hava Grønland

Spurningurin um ognarskapin yvir Grønlandi gjørdist glóðheitur, tá Donald Trump í desember bar sínar tankar fram um, at USA eigur at fáa ognarrættin til landið. Í nátt endurtók forsetin aftur, at USA má hava Grønland

Í nátt endurtók amerikanski forsetin, Donald Trump, at USA hevur tørv á Grønlandi fyri trygdina skuld.

 

Forsetin luttók í gjárkvøldið á einari ráðstevnu í Florida, og tað var ávegis aftur til Washington í flogfarinum - Air Force One - at hann kom við ymiskum útsagnum.

 

Her segði hann eitt nú sambært www.dr.dk, at USA hevur brúk fyri Grønlandi - fyri tjóðartrygdina og altjóða trygdina. 

 

- Vit eru noydd at gera nakað við Grønland, og vit eru noydd at verja Grønland. 

 

Donald Trump segði, at tað er meira brúk fyri Grønlandi í dag enn fyri 20-30 árum síðan, tá eisini varð tosað um Grønland.

 

- Tey plagdu at tosa um Grønland fyri árum síðan, men nú er tað enn meira við nútímans vápnum, flogførum, ferð á flogførum og ymiskum øðrum. Tí er neyðugt, at vit hava Grønland.

 

Spurningurin um ognarrættin yvir Grønlandi gjørdist glóðheitur, tá Donald Trump í desember bar sínar tankar fram um landið.

 

Síðan tá hevur hann við fleiri høvi borið fram sítt ynski um ognarrættin, og Donald Trump hevur eisini sagt seg rokna við, at tað fer at eydnast at fáa ræðið yvir Grønlandi.

Sermitsiaq endurgevur í morgun Ritzau, sum aftur endurgevur útlendskar miðlar um nýggjastu útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum.

 

##med2##

 

 

Sermitsiaq endurgevur í morgun Ritzau, sum aftur endurgevur útlendskar miðlar