Útsøgnir hjá Trump um Russland eru álvarsamar

Talsmaðurin hjá Putin kallar útsøgnirnar hjá Trump um Russland sera álvarsamar

Í samrøðu við BBC sigur Trump, at hann er skuffaður av Putin, "men ikki liðugur við hann".

Seinastu útsøgnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um Russland eru álvarsligar.

Tað sigur Dmitrij Peskov, talsmaður hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

- Útsøgnirnar hjá amerikanska forsetanum eru sera álvarsamar. Sum teirra venda sær beinleiðis til Putin forseta, segði Peskov á tíðindafundi.

Í dag hevur Trump havt fleiri útsagnir um truplu leiðina móti vápnahvíld í Ukraina.

Í samrøðu við BBC sigur Trump, at hann er "skuffaður av honum (Vladimir Putin, red.), men ikki liðugur við hann".

Stutt undan samrøðuni boðaði Trump eisini frá nýggjum vápnaveitingum til Ukraina og hótti við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi, um vápnahvíld ikki fæst innan 50 dagar.

Spurdur um útsagnirnar hjá Trump, segði Peskov, at Russland hevur brúk fyri tíð at "greina" útsagnirnar hjá Washington.

- Um og tá Putin forseti metir tað vera neyðugt, fer hann heilt sikkurt at gera viðmerkingar.

 

/Ritzau/