Eg seti ikki meg sjálvan í miðdepilin

Soleiðis sigur Jóannes Purkhús, ið er presturin, sum í ár prædikar á ólavsøku. Hann heldur, at tað er eitt serligt høvi at sleppa at prædika á ólavsøku.

Hann er hugtikin av ápostlinum Paulus, og skrivar doktararitgerð um Nýggja Testamenti.

– Eg ætli mær ikki at provokera, sigur Jóannes Purkhús um ólavsøkuprædikuna 2025 

 

Í ár er tað jónnes Purkhús, sóknarprestur Eystan múla, ið heldur ólavsøkuprædikuna. Tað er tann elsti av yngru prestunum, ið fær henda heiður. 

Jóannes Purkhús vaks upp í Klaksvík, har hann eisini gekk barnaskúlan. Hann fór síðani á Kambsdal í miðnámsskúla og haðani til lærda háskúlan í Århus at lesa guðfrøði, og tók hann prógv í 2014. 

Paulus 

Jóannes varð prestvígdur hin 1. mai 2015, tá hann eisini tók við kallinum sum sóknarprestur 

Eystan Múla, ið fevnir um kirkjusóknirnar Viðareiði, Hvannasund, Svínoy, Kirkju og Hattarvík. 

Umframt at røkja embætið sum sóknarprestur, hevur Jóannes síðan 2019 verið dokataralesandi í Nýgg ja Testamenti við lærda háskúlan í Münster í Týsklandi. Hetta granskingararbeiðið er nú komið væl áleiðis, og verður doktararitgerðin eftir ætlan latin inn í heyst. 

Tú skrivar ritgerð, har tú serliga er hugtikin av Paulus, hví tað? 

– Mær dámar serliga væl brøv¬ ini hjá Paulusi. Paulus kann vera trupul at lesa og tulka, men hann er eisini sera spennandi. Hansara virki og lívsleið hevur hugtikið meg, greiðir Jóannes Purkhús frá. 

– Paulus skrivar brøv til kirkjuliðini í Rómverjaríkinum í 1. øld. Hann legur teimum lag á viðvíkjandi hesi nýgg ju trúnni. Hansra lívsleið, persónleigheit og retorikkurin eru áhugaverd, og so er tað eisini soleiðis, at vit vita rættiliga nógv um hann, sigur Jóannes Purkhús. 

Ætlar ikki at provokera 

Tá ein prestur fær høvi at prædika á ólavsøku, so hevur hann eisini ein serligan pall, og alt Føroya fólk sum lurtarar. Og tað er komið fyri, at prestar hava nýtt høvið til at gera vart við egnar meiningar, eisini tá hetta hevur snúð seg um viðbrekin mál, har øll ikki eru á einum máli. 

Hvussu verður við ólavsøkuprædikuni í ár? 

– Hetta er ein prædika, eins og allar aðrar, og ein má kenna seg aftur í tí, sum verður sagt. Men hetta er ein serligur pallur, og tað er stuttligt at fáa høvi at prædika á ólavsøku. Eg eri ikki heilt komin á mál, men vit hava ein tekst at halda okkum til, og so fara vit helst at hoyra hugsanir um gerandislívið, sigur Jánnes Purkhús. 

– Hetta er serligt høvi, so hevur ein okkurt serstakt uppá hjarta, so er hetta helst høvið. Eg ætli tó ikki at provokera nakran. Hetta verður ein klassisk prædika, Hon knýtir seg til høvið, ólavsøkuna, og eg seti ikki meg sjálvan í miðdepilin, 

sigur Jóannes Purkhús um ólavsøkuprædikuna 2025. 

– Skrúðgongan er hátíðarlig. At politiska valdið og kirkjuligi myndugleikin fylg jast er symbolskt sera sterkt, metir Jóannes. 

Ikki trúgvur ólavsøkugestur

Men hvussu heldur presturin Eystan Múla ólavsøku? 

– Eg havi nokk ikki verið tann trúgvasti ólavsøkugesturin. Men tað er tó altíð hugaligt at hitta fólk og gamlar floksfelagar á ólavsøku, sigur Jóannes Purkhús. 

##med2##

 

Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum kann lesast her