EM: Marius F. Joensen rakti 118 av 125 dúgvum

Altjóða luttøkan hjá føroysku skeet íðkaranum í ár er nú av.

Mynd: skot.fo

Skjótisamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari:

 

Altjóða luttøkan hjá skeet íðkaranum í ár er nú av. Seinasta kappingin varð EM í Châteauroux Frankarík.

 

Umboða Føroyar hava tríggir íðkarar, Marius F. Joensen og Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag og Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag.

 

Besta úrslitið stóð Marius fyri, hann rakti 118 av 125 dúgvum, og við hesum úrslitinum kunnu vit errin kunngerða, at Føroyar í løtuni hava 35. besta OL skeet íðkara í Evropa. Nakað sum ikki varð gjørligt stutt síðani, tá vit ikki høvdu nakran altjóða limaskap.

 

Um nakrar fáar dagar fara OL trap íðkararnir til EM á somu breyt. Tá fara Esmar Joensen, og feðgarnir Johnhard og Bartal Klettheyggj at umboð Føroyar. Skrivar Skjótisamband Føroya. 

 

Mynd: skot.fo