Eiðismenn eru føroyameistarar

6-mannafør menn: Hvalurin av Eiði var fremstur av trimum bátum, sum fóru um málið stavn um stavn

Ivaleyst var tað besti ella í hvussu so er mest spennandi kappróðurin í ár, tá ið mongu 6-mannaførini við monnum kappaðust á ólavsøku.

 

Frá startskotinum og fram til endamálið var talan um fleiri bátar, sum róðu stavn um stavn og onkra lítla løtu var ein fremstur, og so var ein annar fremstur.

 

Tá ið bátarnir skúmaðu fram ímóti málinum vísti tað seg, at teir umborð á Hvalinum av Eiði, áttu mestu knoturnar. Teir vóru ein hálvan stavn frammanfyri Froðbing, sum var ein hálvan skut undan Skúgvi úr Sandavági.

 

Hvalurin er FM vinnari, og tað er søguligt, tí tað er ongantíð komið fyri áður, at ein bátur av Eiði hevur verið føroyameistari.

 

 

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo