Sum nógvir manns longu hava víst á, so gjalda vit allir samlir skatt, nógvan skatt. Nógvir gjalda skat í Føroyum og nógvir gjalda skatt uttanlanda, eitt nú í Noreg.
Skilji ólukksáliga væl, at tað ikki er lætt, at vita hvat - sum vendir upp ella niður, í øllum hesum.
Tí vit, sum arbeiða uttanlanda, eru undir so nógvum ymiskum skipanum.
Tí eigur serliga ein løgtingsmaður, at verða serstakliga varin við, at skriva uttan, at seta seg væl inn í tingini.
Tað hevur Erling Eidesgaard ikki gjørt tíverri og hetta skapar bara enn meira forvirring og enn meira, øsing millum fólk.
Erling argumenterar í leysari luft, eins og Aladdin á einum flúgvandi teppi.
Er tað órímuligt, at vit, sum arbeiða uttanlanda gjalda meira skatt spyr Erling Eidesgaard og svarið er heilt greitt – ja, tað er órímuligt og eg skal grundgeva fyri hví so er.
Vit sum arbeiða uttanlanda eru ein stórur fongur fyri føroyska samfelagið, bæði so og so, tí vit flyta nógvar penga úr øðrum londum heim til Føroyar - útlenskar pengar, sum verða brúktir til bæði eitt og annað, sum tildømis, at byggja sær eini hús fyri.
Í Føroyum, kunnu tíðirnar skjótt broytast, sum tær hava gjørt fyrr og aftur fara - at gera. Tá fara Erling og Ruth - at gráta og biða okkum fara uttanlanda, at arbeiða, tí arbeiðsloysi er í Føroyum og samfelagið manglar pengar, siti tá pen!
Harald Hárfagri, skattaði okkara forfedrar úr Noreg og nú skattar samgongan, føroyingar úr Føroyum.
Erling skrivar. Ein av avleiðingunum av verðandi skattafyrimuni er, at tað er sera trupult hjá føroyskum fyritøkum, at fáa starvsfólk, tí við verðandi skipan stuðlar landið í verðurleikanum fólki, at fara av landinum, heldu enn, at átaka sær arbeiði, her heima...
Here we go again ... Vit sum arbeiða uttanlanda hava royndir og útbúgvingar, sum eitt nú frálandavinnan í Noreg rópar hart eftir, at fáa og tí fáa vit væl goldið fyri okkara arbeiði.
Erling er raskur at svimja, men nú er hann við - at drukna, av berari øvund, vælsignaði hjálpi manninum uppá turt.
Tað er forskrekkiliga naivt, av Erling, at trúgva, at vit koma heim til Føroyar, eitt nú til, at reinsa forskallingar hjá Articon ”Einki galið við tí” Er hetta verðuliga so ringt, at skijla - nei ha?
Erling skrivar, Eitt av tungu argumentunum fyri, at sleppa undan at ringa skatt í Føroyum er, at hesin bólkurin er so nógv burtur og tí ikki brúkar tær somu tænastunar, ið skatturin fíggjar.
Men so áttu innisæl eisini at verið skattafrí !? HA! Hava tit sæð eina líknandi argumentasjón fyrr? Erling burdi fingið ein heiðursprís fyri hetta - sjálvt Orakli í Delfi, hevði ikki havt ein kjans - móti Erling.
Hvør skal gjalda fyri pinnamatin og allar ferðirnar uttanlanda, uppá landsins besta – tú!
Hvussu haldi tit, at Atlansflog, hevði klára seg, uttan øll hesi fólkini, sum ferðast uttanlanda til arbeiðis?
Havi í longri tíð lang til merkis, at bólkurin av almennum fólki, sum ferðast vit Atlansflog, bara veksur og veksur. Er tað hesi, sum skullu bjarga Atlansflog, tá vit ikki arbeiða uttanlanda longur, hvussu halda tit, tað fer - at enda?
Landsstýrið bjóðar okkum BREYÐ OG SIRKUS “Sitat úr Roma”
Samgongan hevur avgjørt, at blokkurin skal skerjast við hundra milliónum - til hvat og hví?
Um landskassin stóð, at bresta av pengum, so kundi eg kanska forstaðið tað, men landskassin er skrall tómur. Men tross fanin, vilja tey sleppa, at spæla fólk í húsið.
Buldribassin inni í Runavík, plagar við jøvnum millumbilum, at rópar út í luftina - Hvar eru reformanir og hvar eru rasjonaliseringarnar, hjá landsstýrinum, men úr Tinganesi kemur einki svar.
Aðalrásstættin í Tinganesi, livur sítt egna lív – “ Sektin á hvat annar fær eg skal nøra mær” ...