Ein koyrdi fullur og tveir koyrdu ov skjótt

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í Klaksvík á einum øki, har mesta loyvda ferð er 40 km um tíman, kom ein bilførari í felluni. Hann koyrdi 68 km um tíman, og fyri tað fær hann bæði bót og eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Og tá løgreglan í nátt gjørdi ferðmátingar í Norðoyatunlinum varð ein bilførari máldur at koyra 110 km um tíman. Hann fekk bót og klipp fyri tað – og slapp slapp við skrekkinum undan at fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Vaktleiðarin sigur, at tað var friðarligt í býarlívinum í nátt. Tað regnaði illa, og tað vóru ikki nógv fólk í býnum. Løgreglan var til staðar, man har varð einki mál skrivað.