Ein persónur skal í grundlógaravhoyring í dag

Ein persónur er í varðhaldi hjá løgregluni fyri innbrot, og ein persónur tikin í einum harðskapsmáli

Um 10 tíðina í gjar varð boðað frá einum innbroti í einum handli í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey einar tveir tímar seinni handtóku ein persón fyri tað. Hann er nú í varðhaldi hjá løgregluni, og hann skal framsetast í grundlógaravhoyring í dag.

Tað kann tykist heldur álvarsamt at framseta ein persón í grundlógaravhoyring fyri eitt innbrot, men orsøkin til tað er, sigur vaktleiðarin, persónurin hevur ymiskt annað hangandi yvir sær og hevur framt líknandi áður. Tí verður hetta stigið tikið.

Klokkan 14 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um innbrot í einum privathúsum í Havn. Har eru spor at ganga eftir, sigur vaktleiðarin, og tað málið verður tí kannað nærri í løtuni.

Um 21 tíðina í gjárkvøldið var eitt harðsskapsmál í Havn. Vaktleiðarin vil ikki siga meira um málið, tí tað verður kannað í løtuni. Men ein persónur er handtikin í tí málinum, sigur vaktleiðarin.