Italia vann EM 2020, sum orsaka av korona bleiv spæld á sumri 2021. Um vikuskiftið tapti Italia uppiborið móti Sveis í 1/8 finaluni til EM-endaspælið í Týsklandi. Tað eru tey ikki nøgd við í stilvalandinum, har fótbólturin hevur ein heilt serligan týdning.
- Vit hava roynt ymiskt í hesum endaspælinum, men niðurstøðan hjá mær er, at vit mugu broyta okkurt. Hetta er ikki ein vanlukka, sum fleiri vilja vera við. Vit vunnu okkum úr bólkaspælinum, men vit mangla persónligheit og spælistíl. Tað lærdu vit her, sigur Luciano Spalletti.
Hóast vánaligu avrikini, so heldur venjarin fram í sessinum sum landsliðsvenjari. Tað tykist vera semja í italsku miðlunum um, at tað er galið aðrastaðni enn á venjaraplássinum. Italia framleiðir í løtuni fáar góðar spælarar og tað verður funnist at ungdómsarbeiðinum kring alt landið.
Italia kom víðari úr bólkaspælinum við seinasta sparkinum í dystinum móti Kroatia, men móti Sveis hevði Italia ongan kjans.
- Italia bleiv útspælt meginpartin av dystinum og verandi meistararnir skulu heim, eftir eitt vánaligt endaspæl. Vit eru líka við at skora móti endanum, tá vit teita alt fram, men tað er ov seint. Sveis var bara betri, sigur italski tíðindamaðurin, Paolo Menicucci, við heimasíðuna hjá UEFA.
Sveis er víðari og skal møta Onglandi, meðan italska landsliðið kann fara heim og hugsa um hvussu italskur landsliðsfótbóltur verður bjargaður í framtíðini. Hetta var eitt satt evropiskt meistarakrasj.
Sveis – Italia 2-0 (1-0)
1-0 Remo Freuler, 37
2-0 Ruben Vargas, 46
Sveis: Sommer; Schär, Akanji, Rodríguez; Aebischer (Steffen 90+2), Freuler, Xhaka, Rieder (Stergiou 71); Vargas (Zuber 71), Embolo (Duah 77), Ndoye (Sierro 77)
Italia: Donnarumma; Mancini, Bastoni, Darmian (Cambiaso 75); Di Lorenzo, Cristante (Pellegrini 75), Fagioli (Frattesi 86), Barella (Retegui 64), El Shaarawy (Zaccagni 46); Scamacca, Chiesa