Liðið hjá landsliðsliðskiparanum er nú fjórðfremst

Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå vunnu á heimavølli

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá lið hennara, Piteå spældi dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Á LF Arena leikvøllinum í Piteå eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 2-1 á Alingsås.

 

Piteå fekk tó eina sjokkbyrjan. Longu í fyrsta minuttinum legði útiliðið seg á odda 1-0.

 

Í seinna hálvleiki syrgdu Josefina Johansson og Emily Gray fyri við hvør sínum máli, at Piteå vann dystin.

 

Piteå er fjórðfremst í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir. Trý stig eru upp til oddaliðið, Djurgården sum hevur 10 stig.

 

Í morgin klokkan 14 spæla Jóhanna F. Sørensen og liðfelagarnir í Häcken dyst á heimavølli móti Vittsjö.

 

Häcken hevur trý stig fyri tríggjar dystir, og er í løtuni nummar níggju í deildini.