Í minsta lagi eitt fólk læt lív og fleiri vórðu særd í einum russiskum dronuálopi á Kharkiv í Ukraina í kvøld.
Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina, og býurin liggur ikki langt úr markinum til Russlands.
Borgarstjórin í býnum, Ihor Terekhov, sigur, at í minsta lagi seks mál í býnum vórðu rakt í russiska álopinum.
Guvernørurin í Kharkiv, Oleh Synjehubov, sigur, at umframt fólkið, sum læt lív, vórðu tíggju onnur særd.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.
##med2##