Tíðindaskriv:
Ert tú klárur til eina gastronomiska uppliving, sum verður heilt ógloymandi? Tann 14. september verður Vágsbotnur í Havn karmur um eitt serligt matartiltak, har øll eru vælkomin at koma og forkela sínar smakkleykir – ókeypis!
Dugnaligir kokkar á hægsta stigi bjóða brellbitar av føroyskari rávøru, við laksinum sum høvuðspersóni. Henda dagin fært tú møguleikan at royna ymiskar laksarættir – alt frá klassiskum rættum til nýskapandi upplivingar, sum kokkarnir hava sett saman við einari kreativari snildu. Laksur, sum er bæði sunnur og ótrúliga vælsmakkandi, verður borðreiddur á nógvar ymiskar háttir, sum gevur tær møguleikan at uppliva hvussu fjølbroytt henda rávøran er.
Ljóðar tað lekkurt út? Tað verður tað!
##med2##
##med3##
Hvør einstakur laksarættur er tilgjørdur við einum serligum íblástri, sum gevur tær møguleika at uppliva laks við einari nýggjari dýpd av smaki. Hvat við at smakka laks við sitrus og kryddi, ella eina nýskapandi laksatartar? Hetta er eitt upplagt høvi at royna okkurt nýtt og fáa íblástur til, hvussu tú sjálvur kanst brúka laks heima við hús.
Men tað er ikki bara maturin, sum ger henda dagin til nakað heilt serligt. Vágsbotnur undir Bryggjubakka verður gjørdur til eitt livandi og hugnaligt stað, har tú kanst taka tíni nærmastu við, seta teg niður og njóta góðan mat og løtuna saman. Við góðum veðri (vónandi) og sjótutli, er hetta tann besta staðsetingin fyri ein heilan dag við góðum mati og góðum felagsskapi.
##med4##
##med5##
Tað verður meira enn bara ein máltíð – hetta verður ein dagur at minnast!
Ein kulinarisk veitsla, við frískum ráevnum og livandi umhvørvi, er ein møguleiki, sum tú ikki skalt missa av. Hetta er eitt upplagt høvi at byrja heystið við einum serligum matiuppliving, sum er bæði avstressandi og gevandi. Her er alt lagt til rættis, so tú skalt bara møta upp og njóta løtuna. Og tað besta - Alt er ókeypis.
##med6##
##med7##