Dag og dagliga sæst, at tær fáu íbúðirnar, sum eru tøkar, hava ein langan lista av umsøkjarum, sum ynskja at sleppa at hava eitt stað at búgva. Í summum førum er talan einans um eina fyribils íbúð, av tí at mangar eru bert til stutttíðarleigu, og sum oftast er leigukostnaðurin so høgur, at trupult er at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Tórshavnar kommuna hevur eina stóra ábyrgd og skal vera ein leiðandi partur í at fáa hetta broytt. Tískil skal kommunan sum eitt av tí fyrsta fara undir at brúka nýggju heimildina til fulnar at byggja almannagagnligar bústaðir - vit hava ikki ráð at bíða.
- Vit skulu hava íbúðir, bæði til ung, støk, familjur og eldri
- Ymiskir tørvir – ymsar bústøddir
- Fleiri útstykkingar eru í gongd í løtuni – grundstykkir skulu setast av til almannagagnligar bústaðir
- Við hesum tryggja vit okkum ímóti størri sosialum ójavna
- Vit vera ein fjølbroyttari og ríkari kommuna
Ein bústaður er ikki einans fýra veggir við einari tekju. Hann er títt trygga stað og títt heim, og er hetta grundarlagið fyri, at vit kunnu trívast, mennast og virka í okkara gerandisdegi.
Tíðin er farin frá at liva í óvissuni um, hvar vit búgva um 3 mánaðir, ella frá sofu til sofu.
Tíðin er komin, at Tórshavnar kommuna skal taka ábyrgd og virka fyri einari tryggari kommunu, har ið øll eru við.
Við javnaðarkvøðu
John av Reyni
Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu