Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, í svari til Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins, sum setti honum spurningin í sambandi við, at lógin annars hevði farið úr gildi á nýggjárinum.
Akstovan sendi í august bræv til allar bilarsølur og kunnaði tær um, at lógin um frítøku av mvg og virðisgjaldi á elbilum, vetnisbilum og plugin-hybridbilum fór úr gildi á nýggjárinum.
Í svarinum frá landsstýrismanninum verða hybrid og plugin-hybrid bilar ikki nevndir. Hann nevnir bara el- og vetnisbilar.
Orsøkin til tað er, sigur landsstýrismaðurin við in.fo, at teir halda fram undir somu skipan, sum nú. Ætlanin var, at elbilar og vetnisbilar skuldu rinda sama part av virðisgjaldinum, sum plugin-hybrid bilar, men teir verða altso undantiknir tí gjaldinum tvey tey næstu árini, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.
Stutta svarið frá landsstýrismanninum til Aksel V. Johannessen er soljóðandi:
– Landsstýrið og samgongan ætlar at leingja skipanina við frítøku av mvg og virðisgjaldi á ravmagns- og vetnisbilumí tvey ár.
– Lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið saman við fíggjarlógini 30. september 2022, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.