– 31. desember 2022 byrja el-bilar at gjalda virðisgjald, hesir koma at gjalda tað sama sum hybrid (HEV)/plugin-hybrid (PHEV), bilar gjalda.
Tað eru boðini frá Akstovuni til bilasølurnar í Føroyum. Og víðari verður sagt:
– allir elbilar, ið standa á goymslu í Føroyum, skulu verða skrásettir áðrenn 31. desember 2022, um teir skulu roknast eftir galdandi lóg.
Hetta merkir størri broytingar fyri elbilar enn fyri hybrid og hybrid-plugin bilar, tí har er frítøkan fyri gjøld størri.
Fyri ein standard elbil, sum í dag kostar 450.000 krónur merkir tað, at hann sum tað fyrsta verður 70.000 krónur dýrari, tí hann ikki fær mvg-afturbering. Harafturat skal hann eisini gjalda virðisgjald, sum er einar 120.000 krónur. Tað merkir, at ein elbilur, sum í dag kostar 450.000 krónur, eftir nýggjár kostar um 650.000 krónur.
Í ólavsøkurøðu løgmans verður annar sagt, at skipanin við mvg-afturbering til el- og vetnisbilar verður longd.
Men um semja ikki er um tað, ella um ætlanin er broytt, er ikki greitt. Men í øllum førum hevur Akstovan, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, sent boðini til bilasølurnar, sum merkja, at lógin ikki verður broytt.