Eli Falkvard Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við B36 og verður av tí sama partur av besta mansliðnum í 2025. Stríðshugaði miðvallarin var ikki í fjør. Hann hevur verið illa darvaður av skaða í hælsinuni. Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum til komandi kappingarár, og uppvenjingin gongur sum ætlað. Vónað verður, at hann verður førur fyri at spæla við fullari megi í mars.
- 32 ára gamli vágamaðurin hevur verið drúgvur og trúgvur í B36. Síðan 2014 hevur fótbóltsbústaðurin - við onkrum hissini undantaki - verið í Gundadali, og tað var eisini skjótt, at ágrýtni miðvallarin fekk uppiborna viðurkenning fyri sítt arbeiði. Serliga kringur hevur hann verið at bróta spælið hjá mótstøðuliðnum, skrivar B36.
Tilgongdin hjá B36 hevur í vetur verið: Heini Vatnsdal, Ragnar Samuelsen, Jóhann H. Joensen, Bergur Poulsen, Filip Djordjevic, Markus Hellisdal, Brian Jakobsen og Bogi Reinert-Petersen.