Elias skoraði fimm mál í heimasigri hjá Kiel

THW Kiel er triðfremst í bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á heimavølli í týsku bundesliguni.

 

Á heimavølli í Wonderino-høllini í Kiel vann Kiel 28-24. Í steðginum var Kiel frammanfyri 12-9.

 

Elias var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá Kiel. Elias legði eisini upp eitt mál (assist).

 

Kiel er triðfremst í deildini við 30 stigum. Melsungen er fremst í deildini við 32 stigum.

 

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf er næstfremst í deildini, eisini við 30 stigum. Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru nummar fýra við 29 stigum, og Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt eru nummar fimm við 28 stigum. So tað er sera javnt í oddinum.