Tí hetta er ein bilur sum pápi hansara Mortan Joensen átti frá 1969 til 1971 – bilurin, sum er ellisakfarið í Sosialinum hesaferð.
Eftir 1971 skifti bilurin eigarar fleiri ferðir til hann 14 ár seinni kom fram á bilin í Rituvík og keypti hann.
Fyrsti eigarin av bilinum var Johannes C. Michelsen, vanliga nevndur Lill, sum tá búði við Tinghúsvegin í Havn. Hann var ein av stovnarunum og stjóri í fyritøkuni Demich. Lill keypti bilin tann 6. juni 1966.
Í 1969 keypti Mortan Joensen á Argjum bilin. Hann hevði hann til november 1971, tá Andrias Samuelsen í Hornabø keypti hann. Andrias seldi bilin í 1976 til Bjarna Hansen í Runavík. Mannbjørn F. Poulsen í Saltangará keypti bilin í 1980 og hevði hann til 1985, tá núverandi eigarin Hans Pauli Joensen, sonur Mortan Joensen sum av fyrstan tíð keypti hann frá upprunaliga eigaranum, keypti bilin.
Lesið meira um bilin í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##