EM 24: Lamine Yamal tók metið hjá Pelé

Undir HM-endaspælinum í Svøríki í 1958 var tað eisini eitt 17 ára gamalt stórtalent, ið stjól yvirskriftirnar.

Í 66 ár átti brasilski stórleikarin, Pelé metið sum tann yngsti leikarin nakrantíð at spæla eina finalu í einum endaspæli.

 

Pelé var bert 17 ár og 249 dagar gamal, tá hann saman við Brasil í HM-finaluni vann 5-2 á Svøríki á gamla Råsunda leikvøllinum í Stokkhólmi. Tað var 29. juni í 1958.

 

Ígjár tók spanska stórtalentið, ið hevur vunnið øll heimsins fótbóltshjørtu, Lamine Yamal metið hjá Pelé.

 

Lamine Yamal, ið uppiborið var valdur at vera besti ungi leikarin í EM-endaspælinum var 17 ár og ein dag gamal, tá hann sunnukvøldið vann EM-finaluna á Onglandi á olympiska leikvøllinum í Berlin.