Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er 5,1 mia. kr.

Marknaðarvirðið av lánsbrævaskuld landskassans í juni 2025 er 5,1 mia. kr. Skuldin hjá landskassanum er sett saman av fimm láns­bræva­røð­um.

Tað skrivar Landsbanki Føroyar í morgun.

 

Í juli 2024 varð eitt lán tikið á 900 mió. kr. og hetta lánið varð hækkað við 350 mió. kr. í januar 2025. Í mai 2025 tók landskassin aftur eitt lán á 1,32 mia. kr. Hesi lánini tilsamans geva 2,57 mia. kr., sum verða nýttar til at gjalda eitt lán á 1,645 mia. kr., sum fall til gjaldingar 2. juni 2025.

 

Harumframt verður peningurin nýttur til landsins gjaldføri (sambært lóg skal landskassin hava 15% av BTÚ í gjaldføri; tað er 3,975 mia. kr. í 2025), og til at fíggja hall á fíggjarlógini fyri árini 2023 (200 mió. kr.) og 2024 (150 mió. kr.).

 

Lánsbrævaskuldin er beinleiðis rentuberandi skuldin hjá landskassanum. Landskassin er harumframt óbeinleiðis eksponeraður fyri aðrari skuld; eitt nú skuldini hjá kommununum og skuldini hjá tunnilsfeløgunum. Henda óbeinleiðis skuld er ikki tald við í beinleiðis rentuberandi skuldini hjá landskassanum, men er tald við í uppgerðini av EGS-skuldini.

 

Mynd 1 Landskassaskuld

 

##med2##

 

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.