Enn eitt framúr avrik hjá Janu í heimasigri hjá Viborg

Liðið hjá Mariu P. Nólsoy vann á liðnum hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Jana Mittún heldur fram við sannførandi avrikum fyri Viborg.

 

Í dag vann Viborg í grannauppgerð á heimavølli í BIOCIRC Arena 25-23 móti Silkeborg-Voel. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Jana var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Viborg. Jana legði eisini upp til tvey mál, og vann liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var Jana mest effektivi leikarin hjá Viborg í dag.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 24 stigum fyri 18 dystir. Tær eru bert eitt stig aftanfyri Nykøbing-Falster, ið hevur 25 stig á fjórða plássinum. 

 

Tað eydnaðist Mariu P. Nólsoy og liðfeløgunum í Horsens á útivølli at vinna 30-27 á liðnum hjá Anniku F. Petersen og Lív S. Poulsen, EH Aalborg. Horsens var frammanfyri 15-11 í steðginum. 

 

Annika bjargaði 11 av 40 málroyndum. Lív skoraði eitt mál eitt mál. 

 

Maria skoraði tvey mál og legði upp til trý mál. Hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Horsens liggur á gylta áttanda plássinum við 10 stigum. Men kappingin um áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið er hørð. Horsens og Silkeborg-Voel hava 10 stig hvør. Ringkøbing og Skanderborg hava níggju stig hvør, og Aarhus og Bjerrgingbro hava átta stig hvør. EH Aalborg er aftast í deildini við seks stigum.

 

Í morgin klokkan 15 spæla landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing dyst á útivølli móti Sønderjyske.