Uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, sigur, at tað tykist sum USA vil berjast við Evropa.
Hetta segði hon eftir, at varaforsetin í USA, J.D. Vance, í sínari røðu á trygdarráðstevnuni í München legði eftir demokrainum í Evropa.
Kaja Kallas sigur, at hetta føldist, sum um USA roynir at berjast við Evropa.
- Tey royna at byrja ein bardaga við okkum, men vit ynskja ikki at berjast við okkara vinir, sigur uttanríkisleiðarin í ES.