ES-uttanríkisleiðari: Mugu umhugsa revsitiltøk móti Ísrael

Útsagnir hjá leiðandi ísraelskum politikarum hava fingið øði í evropeiskar leiðarar

Mótmælisfólk berjast við hermenn, eftir at tey eru brotin inn í Beit Lid-herstøðina, har ísraelskir hermenn, skuldsettir fyri at neyðtaka ein fanga, vórðu avhoyrdir

– At hungra fólkið í Gaza er kanska tað rætta og moralska at gera

 

Soleiðis málbar ísraelski fíggjarmálaráðharrin, Belezal Smotrich, seg á eini ráðstevnu herfyri – og tað er ikki fallið í góða jørð.

 

"Altjóða lóg fær ikki verið meiri greið: at hungra sivilfólk er krígsbrotsverk, skrivaði bretski uttanríkisráðharrin, David Lammy. "Útsagnirnar hjá Smotrich kunnu undir ongum umstøðum góðtakast"

 

LES EISINI: At hungra fólkið í Gaza er kanska tað rætta og moralska at gera

 

Tað hevur heldur ikki gjørt støðuna betur, at eisini ísraelski ráðharrin fyri tjóðartrygd, Itamar Ben-Gvir, er komin í politiskt ódnarveður.

 

Tað er hann eftir eitt mál, har 10 ísraelskir hermenn vórðu handtiknir fyri at hava hópneyðtikið ein palestinskan fanga í Sde Teiman-fangaleguni. Eitt videobrot av hendingini varð lagt út, og ísraelskir mannarættindafelagsskapir hava fordømt ógvusligu viðferðina. Felagsskapir hava víst á, at fangin varð so illa fyri, at hann ikki fekk gingið og mátti innleggjast.

 

Men Ben-Gvir, sum er ráðharri við ábyrgd av tjóðartrygd, fordømdi ikki hendingina, men hevur vart hermennirnar. Hann fegnaðist eisini, tá mótmælisfólk lupu á ein Beit Lid herstøðina, har handtiknu hermennirnir blivu avhoyrdir. The New Yorker skrivar, at ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, hevur biðið um at fáa kannað, hvørt Ben-Gvir tilvitað seinkaði løgregluna í at fáa tamarhald á mótmælunum. At enda máttu herdeildir taka um endan og fáa skil á.

 

Ein tinglimur fyri Likud, sum er flokkurin hjá Netanyahu, segði á einum fundi herfyri, at øll misrøkt av fangum kann rættvísgerast í stríðnum móti Hamas – eisini neyðtøka.

 

Josep Borrell, uttanríkispolitiskur ovast í ES, skrivar á X, at:

 

– Meðan heimurin streingir á fyri at fáa vápnahvíld, tosar Ben-Gvir um at skrúva fyri brennevni og neyðhjálp til sivil. Hetta er – eins og ófrættakendu útsagnirnar hjá Smotrich – at eggja til krígsbrotsverk. Revsitiltøk mugu á ES-dagskránna.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Mótmælisfólk berjast við hermenn, eftir at tey eru brotin inn í Beit Lid-herstøðina, har ísraelskir hermenn, skuldsettir fyri at neyðtaka ein fanga, vórðu avhoyrdir