Fríggjakvøldið tapti føroyska kvinnulandsliðið á útivølli 0-3 fyri bólkafavorittunum í bólki 1 í Nations League Deild C, Slovakia. Talan var um fyrsta dystin í hesari Nations League kappingini.
Í annaðkvøld eru vónirnar fyri sigri tó ikki sørar hjá føroysku kvinnunum, ið møta Gibraltar á útivølli. Fríggjakvøldið tapti Gibraltar 0-1 fyri Moldova, ið er fjórða liðið í bólkinum.
HER ber til at síggja málini frá dystinum Slovakia-Føroyar 3-0 (2-0) frá rásini hjá slovakiska fótbóltssambandinum:
##med2##