European League: Flensburg vann og Kiel leikti javnt

Jóhan á Plógv Hansen og Elias Ellefsen á Skipagøtu skutu fýra mál hvør

Liðini hjá havnarmanninum og hoyvíkinginum í Norður-Týsklandi royndu seg á útivølli í EHF European League í kvøld.

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu á útivølli í millumbólki 4 36-31 á Gummersbach, ið eisini spælir í bundesliguni. Tað var annars Gummersbach, ið var á odda 19-18 í steðginum,.

 

Jóhan skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.

 

Flensburg er fremst í bólkinum við seks stigum fyri tríggjar dystir.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel leiktu javnt 26-26 móti oddaliðnum i bundesliguni, Melsungen í millumbólki 3. Kiel var á odda 26-24, men eydnaðist ikki at knógva sigurin heim.

 

Elias skoraði fýra mál upp á átta málroyndir.

 

Melsungen og Kiel eru fremst í bólkinum við fimm stigum hvør.

 

Komandi hósdag klokkan 17.45 hevur Flensburg heimadyst móti Toulouse. Sama kvøld klokkan 19.45 hevur Kiel heimadyst móti Porto.