- Tað, at USA tykist ganga sína egnu leið, merkir, at Evropa eigur at búgva seg betur út hernaðarliga, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen.
Í einari røðu á trygdarráðstevnuni í München í dag fanst amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, at Evropa fyri at standa spjatt .
Varaforsetin segði eisini, at størsta hóttanin móti Evropa kemur innaneftir.
Eftir røðuna hjá J.D. Vance var danski forsætisráðharrin varin við at gera viðmerkingar til atfinningarnar hjá amerikanska varaforsetanum.
- Amerikumenn hava sagt nógv ymiskt seinastu vikurnar. Mítt tilmæli er, at vit evropearar gera okkum sjálvi sterkar, segði hon.
Mette Frederiksen vísti á, at tað er ófriðarligt í heiminum, og eingin veit, hvat fer at henda næstu mánaðirnar og árini.
- Tað er tí týdningarmikið at vit búgva okkum betur út hernaðarliga, soleiðis at vit kunnu standa ímóti russum.
Í mun til útsagnirnar hjá ameikanska varafrsetanum, segði danski forsætisráðharrin, at Russand er størsti vandi fyri friðinum í Evropa - og ikki evropearar sjálvir.
- Eg trúgvi ikki, at Vladimir Putin steðgar við Ukraina. Geva vit honum loyvi til at taka partar av landinum, trúgvi eg, at hann fer at halda fram, sigur Mette Frederiksen.
Tað er www.tv2.no sum endurgevur danska forsætisráðharran.