Eyðun er nú landsliðsvenjari

Manslandsliðið: FSF hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Eyðun Klakstein

Fótbóltssambandið hevur á tíðindafundi í dag kunngjørt, at Eyðun Klakstein verður føroyskur manslandsliðsvenjari komandi tvey árini. Atli Gregersen verður hjálparvenjari.

 

Tað var nógv fólk møtt á Tórsvølli til tíðindafundin, sum var á ovast hædd í FSF-húsinum. Tað hevur verið nógv virksemi á hesi hæddini, síðani Føroyar í fjør tapti móti Lettlandi í Riga. Fyrst var kreppufundur og ein mánað seinni var Håkan Ericson loystur úr starvið.

 

Síðani hevur virksemið snú seg um at finna ein nýggjan landsliðsvenjara. Eyðun Klakstein og Alti Gregersen, sum tá stjórnaðu U21-landsliðnum, fingu í boðið at royna seg móti Armenia og Norðurmakedónia í novembur mánaði.

 

Føroyar vunnu 1-0 á Armenia og bjargaði sær plássi í deild C í Nations League kappingini. Eftir fylgjandi taptu Føroyar 1-0 í Skopje. Um ársskiftið bleiv bleiv danska ráðgevingarfyritøkan, Onenexus, biðin um at ráðgeva um nýggjan landsliðsvenjara.

 

Tað endaði við, at Fótbóltssambandið stóð eftir við trimum møguleikum. Danski Jacob Michelsen, ið var venjari hjá HamKam, norski Leif Gunnar Smærud og Eyðun Klakstein. Til seinast stóð tað millum teir báðar síðstnevndu.

 

Í eina stóra viku hevur tað verið greitt, at Eyðun Klakstein var valið hjá FSF. Tó hava samráðingarnar drigið nakað út og knútapunktið var, at Atli Gregersen skuldi gevast við fótbóltinum, men tað var ikki sinnaður til.

 

Í dag er sáttmáli gjørdur millum partar.