Eyðun Klakstein bleiv í dag settur sum landsliðsvenjari komandi tvey árini. Eyðun Klakstein stóð á odda fyri dystunum móti Armenia og Norðurmakedónia, har Føroyar vunnu tann fyrra.
Sermerkt við úttøkuni hjá Eyðuni Klakstein var, at hann tók Páll A. Klettskarð við. Ein spælari, sum bleiv frávaldur av Håkani Ericson í fleiri førum. Eisini fingu fleiri ungir spælarar møguleikan. So er spurningurin, um Eyðun Klakstein ætlar at kollvelta landsliðið komandi tvey árini?
- Eg leggi ikki upp til eina kollvelting, men eg hugsi at tað verða nakrar broytingar við tíðini. Tað er eisini altíð ein natúrlig útskifting á einum liði, segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum.
Ein nærliggjandi spurningur er, hvat fyri slag av fótbólti nýggi landsliðsvenjarin ætlar at landsliðið skal spæla. Er tað framrættaði fótbólturin sum undir Lars Olsen, verju- og stríðsfótbólturin undir Briani Kerr, ella pragmatiska spælið hjá Håkani Ericson?
- Vit skulu fyrst finna útav hvørji vit eru. Hvat er okkara kjarnuvirðið og hvørjir eru okkara eginleikar. Vit skulu byggja liðið á tað, og so byggja eina spælskipan og ætlan út frá tí, segði Eyðun Klakstein.
Hann legði afturat, at nakar ábendingar vóru í dystunum í novembur, har Føroyar vunnu 1-0 á Armenia, og taptu 1-0 móti Norðurmakedónia.
- Vit sóu onkrar ábendingarnar í fyrra dystinum, men tá var mótstøðan sterk og vit endaði við at verja nógv, meðan seinni dysturin var meira tað vit ynsktu, segði Eyðun Klakstein.
Undanfarni landsliðsvenjari fekk nógv hjálparfólk í toymið. Tann møguleikan hevur Eyðun Klakstein eisini. Tað segði forsetin, Christian F. Andreasen.
- Tað er landsliðsvenjarin, sum ger innstillingar til hvussu venjaratoymið skal síggja út. Tað er upp til hann innanfyri fíggjarligu karmarnar, ið eru teir somu sum hjá undanfarna venjaranum, sigur Christian F. Andreasen.
At enda á tíðinafundinum bleiv tosað um ítróttarligu krøvini. Forsetin hevur ikki sett teimum stigatal á, men sigur seg hava sett Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, tí teir eru góðir venjarar og vónar nøkur góð úrslit. Eyðun Klakstein sigur:
- Tað eru ikki nøkur ítøkilig krøv, men tað eru lond, ið vit skulu verða frammanfyri. Tað eru lond, sum vit skulu kappast við, og tað eru tey stóru, har vit skulu tora at droyma um eitt úrslit.
- Eg takki fyri álitið, sum eg havi fingið. Hetta er kanska mest krevjandi starvið í føroyskum fótbólti. Eg eri til reiðar at brúka alla mína orku og eginleikar, og eg vóni at vit fáa eitt gott samstarv og at fólk fara at stuðla okkum væl.