Eyðun og Atli kunngjørdir í morgin

Fótbóltssambandið fer at kalla inn til tíðindafund í morgin

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Eyðun Klakstein og Atli Gregersen

Sum skilst verður tíðindafundur í morgin klokkan 11, har Eyðun Klakstein og Atli Gregersen verða kunngjørdir sum nýtt venjaratoymið hjá manslandsliðnum hjá Føroyum.

 

Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari, meðan Atli Gregersen verður hjálparvenjari. Teir tóku í fyrstu atløgu yvir, tá Håkan Ericson bleiv koyrdur í fjør. Tað gekk somikið væl, at U21-landsliðsvenjaratoymið bleiv skotið upp til A-landsliðsvenjarastarvið.

 

Fótbóltssambandið hevur brúkt ráðgevingarfyritøkuna Onenexus, at skanna marknaðin fyri møguligar venjarar. Her endaði tað við, at boðið stóð millum Eyðun Klakstein og norska Leif Gunnar Smærud.

 

Tað hevur verið ósemja um, hvørja leið FSF skal taka, men fyri kortum bleiv greitt, at Fótbóltssambandið hevði valt Eyðun Klakstein og Atla Gregersen. Hóast hetta, so hevur tað tikið rúma tíð, at fáa sáttmálarnar undir land.

 

Serliga er tað støðan hjá Atla Gregersen sum spælara hjá Víkingi, ið hevur verið eitt knútapunkt. Fótbóltssambandið ynskti, at hann skuldi leggja gaggurnar á hillina alt fyri eitt, meðan liðskiparin hjá Víkingi hevur havt eitt ymnski um, at sleppa at spæla árið út.

 

Júst hvat niðurstøðan er, fæst eftir øllum at døma at vita í morgin.

 

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Eyðun Klakstein og Atli Gregersen