Færri uppgávur hjá Tórshavnar kommunu at brúka orku uppá

Flestu valevni tosa um, hvat meira Tórshavnar kommuna skal gera fyri borgaran komandi fýra árini. 

 

Eg vil vísa á, hvørjar tænastur eg meini, at Tórshavnar kommunan eigur at siga frá sær, fyri heldur at lata privatum hesar uppgávur at røkja.

 

Uppgávurnar eg hugsið um eru:

 

At flyta uppsteðgaðar persónbilar á verkstað.

 

At tøma rottangarnar.

 

Sópa gøtur, rudda kava & salta vegir.

 

Størri og smærri vegarbeiði, mála vegstrikur og Lygtapela røkt.

 

Umvæla lastbilar, feiðimaskinur og gravmaskinur.

 

Flutning av ruskbingjum, asfalti oø.

 

Sláa grass og urtagarðsrøkt.

 

Fanga hundar og líkt.

 

Húsavarðauppgávur, herundir at lata upp og læsa ítrottarhallir, eins og dagligt eftirlit av hesum.

 

Hesar uppgávur eiga privat at kappbjóða um at sleppa at røkja fyri Tórshavnar kommunu. So at kommunan ístaðin kann hugsavna seg um, at veita borgarum hennara tær minnu verkligu (kjarnu) uppgávurnar, tosa verður so nógv um.

 

 

 

Bogi í Gil, valevni hjá Fólkaflokkinum