Fara at leggja tænastugjøld á tóm hús

Í heyst verður málið um tænastugjøld á tóm hús og um bústaðarskyldu lagt fyri tingið

Savnsmynd úr Saksun

Mál um at leggja tænastugjøld á tóm hús, sum fólk eiga í kommunum, sum tey ikki búgva í, altso hús, har eingin hevur bústað, verður lagt fyri tingið í heyst.

Tað snýr seg um fólk, sum ikki rinda skatt í kommununi, men sum eiga hús í kommununi, sum eingin býr í. Har er ætlanin at loyva kommunum at leggja eitt tænastugjald á hesi húsini.

Hesum greiddi løgmaður frá í ólavsøkurøðuni og í samrøðu við Sosialin undan ólavsøku.

– Tað er fyrri partur av málinum, sigur løgmaður.

– Men ætlanin er eisini at loyva kommunum at áleggja bústaðarskyldu í nýútstykkingum, har endamálið er, at kommunurnar stykkja út til m. a. íbúðarbygging, at ikki onkur keypir fleiri íbúðir við tí endamáli at leiga tær út, men at tryggjað verður, at tað eru fólk sum vilja búgva har, sum hava møguleikan at keypa fyrst og fremst. 

– Tað er ein tann størsta fortreytin fyri, at fólkavøkstur skal halda fram – at koma bústaðartrotinum, sum er í løt­uni, til lívs, heldur løgmaður.

 

Savnsmynd úr Saksun