Í minsta lagi ein persónur er deyður, eftir at eitt farmaflogfar tíðliga mánamorgunin datt niður nærhendis flogvøllin í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.
Vanlukkan hendi umleið klokkan 03:30 okkara tíð.
Tað boðar litaviska løgreglan frá tíðliga í morgun, sambært Reuters.
Tað datt niður, tá tað skuldi lenda, upplýsir løgreglan.
Farmaflogfarið var í rutu fyri logistikk- og flutningsfelagið DHL og var í flúgving hjá spanska flogfelagnum Swiftair.
Sambært fyribils upplýsingunum hjá litaviska miðlinum Delfi var flogfarið eitt Boeing 737-400 flogfar.
##med2##
##med3##
Fýra fólk vóru umborð á flogfarinum, tá tað av ókendum orsøkum datt niður í ein íbúðarbygning nærhendis flogvøllin í Vilnius, skrivar Delfi.
Eitt av teimum fýra fólkunum hevur látið lív. Í minsta lagi tvey fólk fingu skaða og eru flutt á sjúkrahús.
Bjargingarmanningar leita framvegis eftir tí fjórða av manningini, upplýsa tilbúgvingarmyndugleikarnir við Reuters.
Landsins bruna- og bjargingartænasta boðar Delfi frá, at farmaflogfarið hevur fest eld í tvær hæddir í íbúðarbygninginum, sum tað datt niður í.
Bjargingarfólk siga við fjølmiðlarnar, at ongar fráboðanir eru um, at fólk í bygninginum hava fingið skaða.
Fýra íbúðir eru í ognini, sum tríggjar familjur búgva í.
##med4##
##med5##
Løgreglan upplýsir fyri Reuters, at 12 fólk eru flutt burtur úr ognini. Eingin teirra fekk skaða í vanlukkuni.
Sløkkiliðsfólk arbeiða í løtuni við at sløkkja eldin í bygninginum. Flúgvingin er tikin uppaftur á flogvøllinum, skrivar miðilin Delfi.
Flogfarið var eftir øllum at døma á veg av flogvøllinum í Leipzig.
##med6##
Flogframleiðarin Boeing hevur seinastu árini møtt mótvindi, eftir at tvey flogfør av slagnum 737-Max duttu niður við umleið fimm mánaða millumbili í Indonesia í 2018 og í Etiopia í 2019. Tær báðar flogvanlukkurnar kravdu tilsamans 346 mannalív.
Síðani tá hava smávegis trupulleikar verið við øðrum sløgum av flogførum, eitt nú 767 modellunum í mai og 757 í januar.
/Ritzau/