Koyrdu ávirkaðir men vildu ikki siga hvør koyrdi

Tríggir persónar vórðu handtiknir í Eysturoy í gjár fyri. Ein teirra hevði koyrt, men teir vildu ikki siga, hvør teirra koyrdu.

Tað var um tíggjutíðina í gjárkvøldið, at løgreglan kom fram á ein bil við trimum persónum, sum vóru ávirkaðir av rúsevnum. Allir tríggir vóru komnir úr bilinum, tá løgreglan kom á staðið, og teir vildu ikki siga, hvør teirra hevði koyrt. Tí blivu allir handtiknir og skuldsettir.

Teir blivu síðani koyrdi hvør sær á Landssjúkrahúsið at verða kannaðir við blóðroynd.

Vaktleiðarin sigur, at onkur teirra so segði, hvør tað var, sum hevði koyrt, men løgreglan skal prógva tað, áðrenn tað kemur fyri rættin. Og tað kann løgreglan, tí vakmyndatól vóru á staðnum, har bilurin stóð, so har ber til at síggja, hvør kom úr førarahurðini á bilinum.

Men blóðroyndirnar hjá øllum teirra verða goymdar, til málið er loyst.

Vaktleiðarin vísir á, at tað eisini er revsivert at siga, at o ein hevur koyrt bilin, sum ikki hevur koyrt. Tað verður eisini revsað.