Guvernørurin í russisku Kursk-regónini, Aleksej Smirnov

Ukraina framt umfatandi álop á Kursk-landslutin

Ein russiskur hernaðargreinari, sum eisini er ráðgevi hjá guvernørinum í Kursk, skrivar, at Kursk var fyri stórum ukrainskum álopi í nátt

Guvernørurin í russisku Kursk-regónini, Aleksej Smirnov

Í nátt visti guvernørurin í russisku Kursk-regónini, Aleksej Smirnov, at siga, at russiska loftverjan hevur skotið niður sjey ukrainskar rakettir.

Hann leggur aftrat, at russiska loftverjan haraftrat hevur skotið niður sjey ukrainskar dronur.

 

Guvernørurin fer tó ikki niður í smálutir við ukrainska álopinum í nátt, og tí er eisini ógreitt, hvørjar avleiðingar álopið hevur havt við sær.

 

Ein russiskur hernaðargreinari, sum eisini er ráðgevi hjá guvernørinum, Aleksej Smirnov, skrivar á boðtænastuni, Telegram, at Kursk var fyri stórum álopi.

 

Greinarin, sum kallast Roman Alyokhin, leggur aftrat, at landsluturin varð álopin við "útlendskt framleiddum rakettum" gjøgnum náttina.

 

Tíðliga í morgun høvdu ukrainsku myndugleikarnir ikki gjørt viðmerkingar til álopið í russiska Kursk-landslutinum, sum hevur mark til Ukraina.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í nátt.

 

 

 

Guvernørurin í russisku Kursk-regónini, Aleksej Smirnov